Skip to content Skip to footer

Hero Forge Miniature

0,00 kr.

Category: Product ID: 2860

Description

Sum limur fær tú ein ókeypis Hero Forge miniatur hvørt ár.

Hero Forge

Hero Forge er ein síða, ið loyvir tær at designa tín egna miniatur. Hesin kann brúkast til m.a. Dungeons & Dragons, ella okkurt annað spæl, ið brúkar miniaturar.

Bílegging

Tú kann bíleggja tín miniatur eina ferð um árið. Tá vit hava fingið tína bílegging, eftirkanna vit at bíleggingin er í lagið og fara síðani í holt við at 3d printa miniaturin. Tú fær boð tá hann er klárur at heinta. Miniatururin verður heintaður á okkara Game Nights tiltøkum á Býarbókasavninum í Havn.

Upplýsingar

Upplýsingar vit mugu hava, í samband við tína bílegging, er eitt virkandi leinkið til tín hero forge miniatur. Hetta fær tú við at trýsta á Share undir Hero tabbin.

OBS: Um tú stendur fyri limaskapinum hjá barninum hjá tær, skal tú viðmerkja navnið á barninum í viðmerkingarfeltinum.

 

 

Máling

Miniatururin er ikki málaður, og má tí málast sjálvur. Mangla tær málingaútgerð, so bjóða vit miniaturmálingaverkstovu á okkara Game Nights. Les meira um okkara málingaverkstovu her.