Borðspøl
Felagið eigur alskyns borðspøl og tit kunnu síggja eitt yvirlit yvir teimum umvegis hetta leinkið.
Virksemis skjøl
Her fæst eitt yvirlit yvir øll almenn skjøl hjá felagnum Tabletop Føroyar. Skjølini eru at finna á okkara Google Drive.
Avsláttur frá veitarum
Veitarar av borðspølum og tilhoyrandi vørum, hava víst áhuga geva avsláttur fyri teg sum lim. Les víðari fyri at síggja hvørji hesi eru!
Hermótið
Vit eru eitt áhugafelag í Klaksvík, ið tekst við figur-borðspøl. Har ein ein byggir og málar modell figurar og landsløg, fyri síðan at hava strategiska krígsførslu, í móti hvørjum øðrum.
Hetta ítrivið er eitt frálíkt høvi til at hitta fólk í frítíðini um felags áhugamál, spennandi kappingar, kreativan íblástur og gott samanhald.
Vit hava eitt hugnaligt felagshøli, á Heygavegi 42, við góðum umstøðum til at bæði mála og spæla, og har øll eru hjartaliga vælkomin.
Spælivæl
Hvat er Spælival?
Spælival, sum virki, bleiv stovnað í januar 2022. Tó hevur Spælival verið ein verkætlan, ið var ein partur av Almannaverkinum frá vetur 2019 til vetur 2021.
Hjá Spælival verður dentur lagdur á at stuðla undir sosiala og persónliga førleikamenningina hjá fólki, ið onkursvegna hava trupult við hesum, t.d. neurodivergent fólk (autisma og ADHD), sosialan angist og depressión. Tað er tó ikki neyðugt at hava eina ávísa diagnosu fyri at kunna nýta gott av Spælival.
At hava trupuleikar við tí sosiala kann síggja út uppá nógvar mátar. Tað kann vera t.d. at hava trupult við at vera millum onnur ella at vita, hvat mann skal siga í einari samrøðu. Tað kann eisini vera, at mann hevur trupult við at rúma sínum kenslum og impulsum og reagera ógvulsigt av tí sama.
Hjá Spælival halda vit ikki, at tað er ein rættur og skeivur máti at vera sosialur uppá. Vit ynskja at stuðla undir at menna teir førleikar, ið eru meinginsfullar fyri tann einkulta í teimum umstøðum viðkomandi er í. Vit hava ikki ein facitlista av førleikum, vit ynskja fólk at læra, men vit vilja gjarna gera tað, vit kunnu, til at tann einkulti hevur tað gott við sær sjálvum og øðrum.
Eitt hjartamál hjá Spælival er at gera upp við teir fordómar, ið eru um neurodivergent fólk og stuðla undir felags forstáilsi fyri hvørjum øðrum. Vit halda fast í, at tað er óneyðugt og til tíðir skaðiligt at royna at noyða ein neurodivergentan persón at uppføra seg á ein neurotypiskan hátt. Tí vilja vit vera við til at breiðka vitan og skapa eitt stað, har tað er heilt ok at vera akkurát, sum mann er.
Býarbókasavnið í Havn
Býarbókasavnið í Havn hevur fleiri borðspøl, umframt Dungeons & Dragons, ið kunnu lánast. Øll kunnu fáa lánikort frá Býarbókasavninum.
Eisini eru alskyns teknirøður, ævintýrskaldsøgur og framtíðarskaldskapur, ið kann hava áhuga.