Fyri at skapa eitt gott spæliðumhvørvi og góðan trivna ímillum luttakararnar, eru hesar reglur galdandi.
Ábyrgd
Vit vænta at allir luttakararnir hava ábyrgd fyri sær sjálvum og sínum egnu tingum.
Tað er egin ábyrgd, at sleppa til og frá Svínoy, og at røkja síni egnu dagligu rutinu (busta tenn, seingjartíðir, vaska sær, o.s.fr.).
Hetta inniber at rudda upp eftir sær sjálvum, at vera reinligur, og at skikka sær væl.
Tað einasta Tabletop Føroyar tekur ábyrgd av er at syrgja fyri mati, seingjarklæðir og húsing.
Virðing
Vit vænta at luttakarar vísa virðing fyri hvørjum øðrum og vísa fólkaskikk á leguni. Afturvendandi brot á hetta kann viðførða burturvísing uttan endurgjald.
Farið eisini væl við borðspølum og ognum hjá øðrum.
Reinføri
Vit vænta at tit halda reinføri, soleiðis at vit kunnu hava eitt hugnaligt borðspælsumhvørvi.
Friður
Sum útgangstøði sleppa øll at hugna sær við borðspølum alt kvøldið og náttuna út, men eftir kl. 00:00 skal tað gerast friðarligt og uttan tónleik; summi hava tørv á svøvni!