Skip to content Skip to footer

Borðspælsløtur til skúlanæmingar

Borðspælsløtur til skúlanæmingar

Endamál

Skúlar eru farnir at vísa størri áhuga fyri borðspølum. Millum annað hevur Skúlin á Fløtum keypt borðspøl, ið næmingar kunnu spæla í fríkorterunum. Næmingarnar hava ikki fartelefonir, og eru ikki inni í klassarúminum meðan fríkorterið er, og tí eru borðspøl sera væl egnað sum undirhald, serliga hjá teimum, ið ikki eru fysiskt væl fyri.

Borðspøl eru sera sosial, og hjálpir uppá samanhald hjá næmingunum. At savnast og spæla eitt hvørt borðspæl er ikki bara stuttligt, men er eisini gott fyri sálarligu heilsuna. At spæla borðspæl uppfyllir eisini ABC krøvini hjá Fólkaheilsuráðnum fyri góða sálarheilsu við at vera hugbundin, virkin og saman við øðrum líkasinnaðum fólki.

Fuglafjarðar skúli

Ymiskar stovnar hava víst áhuga fyri okkara virksemi, har millum annað Fuglafjarðaskúli hevur eftirspurt at vit skipaðu fyri einari borðspælsløtu saman við næmingunum í 8. flokki á 50 næmingar.

Hetta ynski komu vit so á møti tann 21. septembur 2021, har vit skipaðu fyri eini borðspælsløtu frá klokkan 8:30 til 11:30. Hetta eydnaðist sera væl.

Vit ynskja tí at seta hesa verkætlan á skrá, har vit kunnu stuðla undir líknandi virksemi framyvir, men undir betri kørmum.

Tað vit hava lært er, at vit hava tørv á eitt fjølbroytt úrval av borðspølum egnaði til málbólkin (8.flokk og uppeftir), og samstundis fleiri eintøk av hesum úrvali. Orsøkin til tess er, at tað er lættari at læra næmingunum tey somu spølini. Eitt áhugavert fyribrigdi í hesum er, at børnini eisini læra frá sær.

Felagið hevur nú ogna sær fleiri nýggj borðspøl egnaði til ung, og fleiri eintøk av teimum somu borðspølunum.

Borðspælstilboð á Býarbókasavninum

Felagið hevur umvegis FUR fingið stuðul til eina verkætlan at bjóða skúlum borðspælsløtur. Hóast hetta var hugsa at umboð frá felagnum fara út til skúlar, ynskir felagið heldur at venda konseptinum á høvdið. 

Felagið hevur haft fund við stýrinum hjá Býarbókasavninum, har felagið hevur viðgjørt okkara ætlan um eitt eyka tiltak mitt í viku, umframt lagt framm eitt uppskot um eitt tilboð, tey kunnu veita skúlunum. Felagið mælir til, at Býarbókasavnið kemur at standa fyri at bjóða skúlum frammvið at spæla borðspøl á teirra nýggju Ungdómsdeild. Í fyrstu syftu er ætlanin at borðspælsfelagið stuðlar undir hesari verkætlan í eitt avmarkað tíðarskeið. 

Stýrið hjá Býarbókasavninum játtaðu at tey eru sinnaði at skipa fyri fleiri borðspælsløtur mitt í viku og at henda nýggja skúlaverkætlan hevur teirra áhuga.

Áhugaði?

Hetta er eitt áhaldandi samskifti og skúlar eru vælkomnir at seta seg í samband við okkum um hetta tilboðið.